Í samband við sýningina verður ein tónleikatáttur og samrøða. (Hetta er íroknað atgongumerkinum). Longdin á tiltakinum er 60-70 minuttir. Seinferð er tónleikafilmur hjá Leu Kampmann. Filmurin er ein live session, ið er tikin upp í Føroyum.
Hon rúmar seks sangir av útgávuni hjá Leu, Seinferð, ið kom út í septembur 2024. Í filminum framførir Lea sangirnar akustiskt, einans við gittara, á seks støðum í Føroyum, ið hava serstakan týdning fyri hana og hennara sangskriving.
Í slagi leggur filmurin seg eitt stað millum stuttfilm og long-form tónleikasjónbandalag, har live sessionin gevur rúm fyri friðarligum framburði, skerandi inniligheit, og einum serstakt vøkrum ljóðspori, sum letur kenslurnar koma út á skinnini. Filmurin er mixaður í surroundljóði, ið styrkir upplivingina av at sita miðskeiðis í føroysku náttúruni til eina trúnaðarkonsert við Leu.
Eftir sýningina verður eitt stutt tónleikainnslag við Leu. Síðan mydna evnini í filminum rammurnar um eina samrøðu um sorg, nærveru og tvíbýttu kensluna, tað kann vera at hoyra til fleiri enn eitt stað. Her fer Lea saman við filmsmyndamanninum og leikstjóranum, Asger Borberg og ljóðmeistaranum, Atla Arnarsson, at greiða frá, hvussu filmurin varð til, og um tær hugsanir um mentanar- og listarligar dynamikkir í ríkisfelagsskapinum, sum komu til sjóndar (gjørdust sjónligar) í upptøkunum.
Search movie showtimes